Hægst liggjandi sethús í Føroyum liggja á Norðasta Horni í Tórshavn. Hæddin liggur um 165 m yvir sjóvarmálan.

Norðasta Horn (Mynd: Stein Fossá, 2000)

Á grundkortinum, sum hevur 1 m hæddarkurvar, sæst at lendið har Granagøta 34 og Reyðagøta 6 eru, er um 165 m yvir sjóvarmálan.

Norðasta horn (Mynd: Stein Fossá, 2001)
Granagøta 34 er gula húsið niðast høgrumeðin, meðan hvíta húsið longst til høgru er Reyðagøta 6. Júst hvat í er tað hægst liggjandi húsið, velst um hvar á húsinum hæddin verður tikin.
Til sammetingar kunnu hesar hæddir nevnast:
| Stað | Hædd yvir sjóvarmálan |
| Norðasta Horn | 165 m |
| Bóndagarðurin á Vatnaskørðum í Hoyvík | 159 m |
| Hotel Føroyar | 150 m |
| Miðalsbrekka í Vestmanna | 135 m |
| Kambsdalur | 135 m |
| Undir Borgarhálsi á Velbastað | 120 m |
| Á ytru Fløtum í Norðradali | 120 m |
| Við Garð á Viðareiði | 105 m |
| Á Hamri á Argjum | 105 m |
| Sethúsini á Stóru Dímun | 100 m |
| Støðin í Mjørkadali (hetta er tó ikki eini sethús) | 260 m |